Um Sámal Elias Frederik Joensen-Mikines
Sámal Elias Frederik Joensen-Mikines
Føddur 23. februar 1906 í Mykinesi, deyður 21. september 1979 í Keypmannahavn, var ein av Føroya størstu listamonnum.
Hann varð borin í heim á teirri brimbardu útoynni Mykinesi. Hann tók sær navnið á oynni til eftirnavn. Alt lívið kendi Mykinesmálarin – ella Mikines, sum vit plaga at rópa hann – seg tætt knýttan at dramatisku náttúruni á síni føðioyggj og at bygdarfólkinum har.


