01
Hvørji eru vit?
Vit eru tveir beiggjar, sum eita Jóhan á Plógv Hansen og Sigfríður á Plógv Hansen. Sum 15 ára gamal flutti Jóhan til Danmarkar, og tí hava vit ikki havt so nógv samband sum flestu beiggjar hava, men vit fegnast um nútímans tøkni, sum ger tað møguligt hjá okkum at hava nógv talgilt samband. Vit hava hóast alt funnið útav, at áhugin fyri list er stórur hjá okkum báðum, og gongur tað næstan ikki ein dagur, har vit ikki tosa saman um list í onkrum samanhangi. Eisini hevur Jóhan ferðast runt í øllum Danmark og leitað eftir føroyskari list.
02
Hví byrjaðu vit?
Vit eru uppvaksnir í einum heimi, har áhugin fyri list altíð hevur verið stórur. Seinastu 10 árini hava vit gjørt rættiliga nógv burturúr við keyp av málningalist, og hevur tað altíð verið ein dreymur at gjørt meira við hetta.
03
Okkara áhugamál
Føroysk listafólk eru sera dugnalig, og talið av listafólkum er alsamt vaksandi. Fleiri teirra eru eisini blivin kend uttanlands, serliga í Norðurlondum. Vit vilja gera okkara part til at marknaðarføra føroysk listafólk og eisini at fáa útlendingar at keypa føroyska list.
Vit miða tó ikki bert eftir at nøkta tørvin hjá teimum, sum ynskja listaverk í tí dýrara endanum. Vit hava eisini okkara egnu røð av prentum, har motivini eru av føroysku náttúruni. Tankin við hesum er at gera listarlig prent atkomulig hjá teimum flestu. Talan er um 50 eindir av hvørjum motivi, sum eru merkt við tali og undirskrift listamálarans.
List er tó so nógv meira enn bara málningalist og prent. Vit vilja sjálvandi hava veggirnar fullar av málningum/litografium og aðrari list, men vilja eisini keypa/selja onnur føroysk verk/samlaralutir so sum grindaknívar, fjalstavar, ur, frímerkir, myntir, og ymiskt annað føroyskt handverk. Lutirnir skulu tó ikki samanberast við souvenirs – tað verður bert ordilig vøra, sum í flestu førum er hondgjørd.