Treytir

vanligar treytir

Bílegging/sáttmáli

Tá tú keypir/leigar eina ella fleiri vørur, verður ein sáttmáli gjørdur. Sáttmálin skal tryggja, at tað ikki henda misskiljingar millum okkum sum seljara/útleigara og teg sum leigara/keypara. Syrg tí altíð fyri at nærlesa avtaluna og tryggja tær, at allar upplýsingar t.d. bústaðir, telefonnummur, samskiftispersónar, dagfesting o.a. eru rættar. Eru serligar avtalur gjørdar við seljaran, skal hetta eisini kunna lesast í sáttmálanum. Sáttmálin skal váttast við telduposti ella við undirskrift.

 

Egið eftirlit

Um tú leigar og sjálv/ur stendur fyri eftirlit og transport, so verður tað fyri egna rokning og ábyrgd. Vit flyta og seta upp til flestu tiltøkini. Um so er, at leigarin/keyparin sjálvur ynskir at gera hetta, skal tað gerast sambært vegleiðingini. Verður vegleiðingin ikki fylgd, fráskriva vit okkum alla ábyrgd.

 

Tað skal altíð vera ein vaksin persónur, sum hevur ábyrgdina

– Tað er strangliga bannað at nerta við málningarnar, tá ið teir hanga uppi

– roykja tætt við málningarnar

– at hava góðgæti, mat ella drekka ov tætt við málningarnar.

 

Vørur við eftirliti

Nakrar av okkara vørum verða bert útleigaðar við okkara egna eftirliti. Hetta tryggjar, at góðskan, sum kundarnir fáa, er á hægsta støði. Øll starvsfólk okkara hava fingið upplæring í at brúka allar okkara tænastur, og er hetta við til at tryggja, at trygdin er so góð sum gjørligt.

 

Eru feilir við vørunum?

Skuldi tað hent, at tað eru trupulleikar við onkrum av okkara vørum, skal keyparin/leigarin siga frá beinanvegin á tlf: 214500.

 

Allir prísir eru galdandi fyri eitt samdøgur, um annað ikki er avtalað. Flutningur og uppsetan kann keypast afturat.

  1. Bíleggingin er ikki tryggjað, fyrr enn trygd ella full upphædd er goldin
  2. Leigarin skal syrgja fyri, at tað verður hildið eftirlit við málningunum av einum vaksnum persóni
  3. Leigarin hevur ábyrgdina av øllum herverki og yvirnýtslu av listaverkinum og kann koma at gjalda eyka fyri skaðar, sum standast av ósketni. Leigarin hevur harafturat skyldu at siga útleigaranum frá, um møguligir skaðar eru komnir á
  4. Um leigarin velur at ógilda ein sáttmála, skal leigarin gjalda 10 % av upprunaprísinum
  5. Tað leigaða verður nýtt undir egnari ábyrgd. Vit mæla til, at leigarin teknar eina trygging
  6. Tá leigarin sjálvur velur at hava ábyrgdina av flutningi og uppsetan, skal leigarin eisini syrgja fyri, at tað leigaða kemur aftur í sama standi, sum tá tað varð útflýggjað.

 

Ein vøra, sum ikki longur er tøk, er tikin úr kurvini.