Um Hansina Iversen
Hansina Iversen
Fødd 6. september 1966, er ein føroysk listakvinna. Hon málar litríkar málningar, hon arbeiðir nonfigurativt og granskar tað abstrakta. Hansina hevur havt framsýningar bæði í Føroyum og øðrum londum, eitt nú í Keypmannahavn og í Helsinki í Finlandi. Nakrir av hennara málningum hanga fast umborð á Smyrli.